Italska forsætisráðfrúan, Giorgia Meloni, hevur avgjørt at seta fyribils marknaðareftirlit í verk fyri ferðafólk, sum ferðast millum Italia og Spania. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)

Italia setur marknaðareftirlit móti Spania

Italia hevur nú tikið stig til at seta Schengen-samstarvið við Spania úr gildi fyribils og innført marknaðareftirlit fyri ferðafólki, sum ferðast við flogfari ella skipi millum londini.

Italska forsætisráðfrúan, Giorgia Meloni, hevur avgjørt at seta fyribils marknaðareftirlit í verk fyri ferðafólk, sum ferðast millum Italia og Spania. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)

Tað upplýsir italska innlendismálaráðið sambært Ritzau og Reuters.

 

Avgerðin kemur, eftir at nærum 60.000 migrantar síðani hósdag hava tikið seg inn í sponsku eksklavuna Ceuta í Norðurafrika.

 

Hetta merkir, at ferðafólk, sum ferðast millum Italia og Spania, nú skulu vísa pass, hóast bæði londini eru partur av Schengen-samstarvinum.

 

Fyrr í dag boðaði italska forsætisráðfrúan, Giorgia Meloni, frá, at stjórnin var til reiðar at seta í verk serlig tiltøk, herundir at seta Schengen-samstarvið við Spania úr gildi.

 

– Vit savna nú viðkomandi myndugleikar, og tá fundirnir eru lidnir, eru vit til reiðar at handla, eisini við serligum tiltøkum sum at seta Schengen-avtaluna við Spania úr gildi, skrivaði Meloni á X.

 

Schengen-samstarvið gevur vanliga borgarum í limalondunum møguleika at ferðast uttan regluligt marknaðareftirlit.

 

Kortini loyva reglurnar einstøkum londum at taka fyribils marknaðareftirlit uppaftur undir serligum umstøðum.

 

Italska forsætisráðfrúan, Giorgia Meloni, hevur avgjørt at seta fyribils marknaðareftirlit í verk fyri ferðafólk, sum ferðast millum Italia og Spania. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)