Føroyar vilja styrkja handilin við Brasil

Brasil er ein vaksandi marknaður, og landsstýrið sær stórar møguleikar fyri føroyskum útflutningi.

Brasil verður raðfest hægri í føroyskum uttanríkis- og vinnupolitikki.

 

Í ólavsøkufrágreiðingini verður víst á, at landsstýrið arbeiðir við at menna handils- og myndugleikasambondini við Brasil, sum er ein av heimsins størstu búskapum.

 

Brasil hevur í fleiri ár verið ein týdningarmikil marknaður hjá føroysku alivinnuni, og landsstýrið metir, at enn fleiri møguleikar eru at menna samstarvið.

 

Málið er bæði at tryggja marknaðaratgongd og at styrkja sambandið við brasilskar myndugleikar, soleiðis at føroyskar fyritøkur fáa so góð arbeiðskor sum gjørligt.

 

Landsstýrið vísir á, at útflutningur er hornasteinurin undir føroyska búskapinum, og tí er tað avgerandi støðugt at menna sambond við bæði verandi og nýggjar marknaðir.