Coca-Cola kappingin ? kvinnur
Tað var kanska ikki tann stóri spenningurin um dystin, tá VÍF og Tjaldur fóru at dystast mikukvøldið. Fáir áskoðarar í annars hondbóltskátu bygdini høvdu leitað sær veg niðan í høllina, og tey, sum vóru komin, sóu sum so tað, sum væntast kundi.
VÍF á øllum
Heimaliðið var risa stórur favorittur undan dystinum, og tað stóð eisini skjótt greitt, at her fór ikki at bera so nógv til hjá Tjaldri.
Sjógvur varð rættiliga skjótt lagdur ímillum liðini, og tó at Tjaldur av og á slapp at svara aftur, so hevði heimaliðið alla tíðina tamarhald á.
Spakuliga øktu tær um leiðsluna, og tá komið var inn í seinna hálvleik, stóð øllum greitt, at her fór spenningurin mest av øllum at stnúgva seg um, hvussu stórur sigurin hjá VÍF skuldi verða.
At hann ikki gjørdist størri enn tey 13 málini, komst mest av, at heimaliðið stundum tók sær rættiliga av løttum, men hóast hetta, so prógvaði Tjaldur eisini í løtum, at tær komandi árið ætla sær meira enn leiklutin sum botnproppur, og tað kann gerast spennandi at fylgja.
Dysturin í tølum
VÍF-Tjaldur 36-23 (17-10)
Málskjúttar:
VÍF: Nicoleta Radu 11, Ioana Rápa 7(2), Fríða Marjunardóttir 6(1), Jacklin Durhuus 3, Barbara á Rógvu 2, Sóley Mikkelsen 1, Alis Høghamar 1
Tjaldur: Vesna Tomajek 11(4), Beinta Joensen 6, Oddvá Fossdalsá 2, Turið Lamhauge 2, Heidi Jacobsen 2
Brotskøst: VÍF 3, Tjaldur 4
Útvísingar: VÍF 3, Tjaldur 2
Dómarar úr VÍF: Janus Jensen & Piddi Negru