Jóan Petur á Landsbókasavninum

FRAMSÝNING: Framsýningin sum verið hevur í Kvívík í sambandi við, at 100 ár eru liðin síðani Jóan Petur uppi í Trøð doyði, er nú at síggja á Landsbókasavninum.

 

Framsýningin er opin mánadag til fríggjadag frá klokkan 13 ? 17 ? fram til 3. august. Á framsýningini eru hópin av myndum at síggja, sum Jóan Petur sjálvur hevur tikið í næstsíðstu øld og um aldarmótið 1900 ? og aðrar myndir, sum liggja eftir hann. Eisini vóru nýggjari myndir at síggja.