Arminia Bielefeld hevur fingið eina framúr byrjan upp á seinnu hálvu í 2. Bundesliguni. Við Jóan Símun Edmundsson á vøllinum í 54 teimum fyrstu minuttunum, vann Arminia Bielefeld 2-0 á oddaliðnum úr Hamburg SV. Tað var útselt til dystin og yvir 25 túsund áskoðarar.
Hetta er annar dysturin upp í slag, sum Arminia Bielefeld vinnur eftir vetrarsteðgin. Í vikuni skoraði Jóan Símun Edmundsson, tá Bielefeld vann 4-3, eftir at hava verið aftanfyri 3-1 móti Dymano Dresden. Alt tos um niðurflyting og niðurflytingarstríð er fyribils avlýst.
Gestirnir úr HSV gjørdu tað torført fyri seg sjálvar, tá teir fingu reytt kort longu áðrenn eitt korter varð farið. Andreas Voglsammer og Reinhold Yabo løgdu vertirnar á odda 2-0 innanfyri tað næsta korterið.
Jóan Símun Edmundsson hevur drigist við ein skaða í knænum, og einum trælæri. Hann fór av vøllinum eftir 54 minuttir. Nú er at vóna, at hetta bara var fyribyrgjandi, so toftamaðurin kann halda fram við góðu gongdini.
Arminia Bielefeld er nú fyribils flutt frá 14. plássi til 11. pláss. Tað eru framvegis átta stig niður til niðurflytingarstrikuna, men nú eru fleiri feløg í millum, umframt at gongdin og lagið er betri í Bielefeld.