DBU heldur, at málið hjá Jóan Símuni Edmundsson móti Randers 20. februar í fjør er eitt av bestu málunum í Danmark í fjør.
Føroyski áleyparin er tí tilnevndur sum ein av fimm til ársins mál í Danmark.
- Jóan Símun Edmundsson byrjaði bæði sítt egna og várið hjá OB við einum frálíkum einmansavriki móti Randers. Ein lekkur finta við einum verjuleikara aftan fyri seg og ein ágangandi rennitúrur móti brotsteiginum, bleiv krúnað við einum gróthørðum skoti, tryggjar føroyinginum eina tilnevning, skrivar DBU.
Hini tilnevndu málini eru málini hjá Peter Ankersen fyri FCK móti FCM 17. mai, hjá Simon Tibbling fyri Brøndby móti Silkeborg 15. oktobur, hjá Nicolas Mortensen hjá Helsingør móti FCM og hjá Christiani Eriksen fyri Danmark móti Írlandi 11. novembur.