Eirikur Lindenskov
»Brahmadellarnir« er heitið á nýggjar skaldsøgu. Tað er ein av okkara fermstu rithøvundum, Jóanes Nielsen, ger nú aftur vart við seg. Hesaferð hevur hann skrivað eina drúgva skaldsøgu um lív og lagnur í Føroyum. Arbeiðstittulin var eitt langt skiftið »Havnarkrýnika«, men tittulin bleiv seinni broyttur til »Brahmadellarnir«, tí soleiðis kallaðu havnarfólk ta ættina, ið fer sum ein reyður tráður ígjøgnum skaldsøguna.
Søgan byrjar í Havnini í 1846. Hon er um tríggjar brahmadellarnar Gamla Tóvó, Tóvó og Bettu. UMm norska korpurálin Nils Tvibur, læknan Napoleon Nolsøe og hansara tilstundandi frú Henriettu Løbner, og um onnur hampafólk, sum livdu tey ároni, tá so nógv broyttist í Føroyum.
Hetta er eisini ein søga um harðskap, svik og politikk í 1990'unum. Nakrir av tilburðunum fara fram í Sumba og á Tvøroyri, men tað mesta í Havnini. Ein umleið 150 ára long søga, lýst gjøgnum eygu Eigill Tviburs, sum kom at gerast ein av frægu høvundum Føroya.
Rannvá Mortensen hevur gjørt permu og vignettir.
Jóanes Nielsen: Brahmadellarnir.
Skaldsøga.
Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út.
364 bls. kr 298