Jóannes Djurhuus vardi ritgerð

Tað eydnaðist vágbinginum Jóannesi Djurhuus at verja sína Ph.d. ritgerð fríggjadagin, og hann kann nú kalla seg doktara

Ritgerðin, sum Jóannes hevur arbeitt við seinastu árini, kallast "Analytical Investigation of in-situ stresses and hydraulic induced borehole fractures".
Í stuttum snýr arbeiðið hjá honum seg um, hvussu man betri frammanundan kann siga, hvar rivur í boriholinum kunnu stinga seg upp, tá borað verður eftir olju, og hvussu man kann nýta hesa vitan. Vitanin kann nýtast til at vita, hvussu nógv eitt borihol tolir.
Jóannes greiðir frá, at hann eftir verjuna av ritgerðini hevur fingið at vita frá einum av ummælarunum, at hansara kanningarúrslit samsvara við aðrar kanningar, sum eru nógv meira umfatandi.

Fýra ára arbeiði
? Eg havi arbeitt við hesi ritgerðini í fýra ár út í eitt, men eg havi eisini undirvíst á Fróðskaparsetrinum hesi árini, sigur nýkosni doktarin.
Jóannes Djurhuus er uppvaksin á Nesi í Vági, og hann er cand.scient. í alisfrøði og matematik, sum hann las á Odense Universitet. Hann er serkønur innan háorku alisfrøði. Tvey tey fyrstu árini av lesnaðinum tók hann á Fróðskaparsetrinum í Havn.
Seinastu fimm árini hevur hann undirvíst á Fróðskaparsetrinum, samstundis sum hann hevur skrivað ritgerðina. Í níggju ár frammanundan var hann lærari í matematik og alisfrøði á Studentaskúlanum á Kambsdali. Hann býr nú í Søldarfirði.
Eisini hevur hann verið í skúla í Noregi í eitt ár, har hann las meira um kolvetnisverkfrøði, sum hann nú undirvísir í á Fróðskaparsetrinum.