Jóannes fest í aftur

Nú rýkur aftur úr pípuni hjá Jóannesi Eidesgaard, sum annars hevur verið sløkt í seinastuni. Tá fíggjarmálaráðharrin legði av, hevði hann nógvar viðmerkingar, men soleiðis er ikki nú

Jóannes Eidesgaard er seinastu tíðina aftur sæddur við pípu í munninum. Hann legði annars av í februarmánaði 2006, tá tubbakið var vorðið dýrari.

- Eg tók avgerðina fyri nógvum mánaðum síðani, og eg havi brúkt tað mesta av einum ári at motivera meg sjálvan til at leggja av, segði Jóannes Eidesgaard við Sosialin tann 16. mars 2006.

Tá hevði hann roykt í eini 40 ár.

Nú hevur pípan fingið eitt annað ljóð.

- Eg havi ongar intentiónir um at diskutera míni privatu viðurskifti við tubbaki ella nøkrum øðrum við miðlarnar, sigur Jóannes Eidesgaard í dag.


Kendi seg einsamallan

Tá Jóannes Eidesgaard sløkti pípuna í 2006, var ein av orsøkunum, at hann byrjaði at kenna seg einsamallan sum roykjara.

- Eg ferðist eisini nógv, og tá er keðiligt at roykja. Ikki er loyvt at roykja umborð á flogfarinum, og hotellrúmini til roykjarar eru ikki altíð tey bestu, segði fíggjarmálaráðharrin tá, og greiddi tá eisini frá, at roykfría umhvørvið í Tinganesi gjørdi sín mun at fáa hann at leggja av.

Tá hann verður spurdur, um hann ikki longur kennir seg einsamallan sum roykjara, vil hann lítið siga.

- Eg tími ikki at diskutera míni privatu viðurskifti við miðlarnar, svarar Jóannes Eidesgaard.

Tó metir hann tað ikki verða hansara skuld, at so nógv var gjørt burturúr, tá hann gavst at roykja.

- Tað var ikki mín skyld, at miðlarnir tóku tað upp, tí eg havi ongantíð vilja gjørt so nógv burturúr mær sjálvum, vísir Jóannes Eidesgaard á.