Á jóansøku, sum verður komandi vikuskiftið, fer tann nýggja útvarpsrásin í Suðuroy at senda á fyrsta sinni.
Lagt verður til brots nakað tíðliga, av tí at jóansøka er á skránni, men ætlanin er annars at senda regluliga seinni í ár.
Í løtuni verður gjørt klárt í hølunum í Vági, og útvarpsmenninir fyrireika sendingarnar, sum skulu vera á stevnuni. Rásin er sjálvstøðug, men samstarvar við Útvarp Føroya um sendingar. Sent verður á netinum hjá ÚF leygarkvøldið.
Vertir í sendini verða Jákup Magnussen og Dagfinn Olsen, sum hava arbeitt innan fjølmiðlaheimin. Knýttir at sendingini á onkran hátt verða eisini Dennis Holm, Búi Dahl og Djóni Eidesgaard. Bjarni Johansen verður teknikari.
Sendingin, sum fer at bera heitið jóansøka á Suðurrás, verður frá klokkan 20 til 22 leygarkvøldið. Á skránni verður prát við gestir og livandi tónleikur.
Fyrireikararnir siga, at enn er óvist, nær rásin fer at senda regluliga, men startskotið verður leygarkvøldið.