Jógvan Adolf farin

Fyrrverandi tingmaðurin fyri Javnaðarflokkin í Sandoyar valdømi, Jógvan Adolf Johannesen í Dali, andaðist fríggjadagin 12. januar. Hann var føddur 20. juli í 1936 og var sostatt 70 ára gamal, nú hann legði árarnar inn.

Jógvan Adolf var dalbingur, og nú hann var eftirløntur, búði hann í barnaheiminum í Dali, í Putlhúsinum.
Jógvan Adolf var lærari, politikari og vinnulívsmaður. Hann leyk læraraprógv í 1962. Eftir at hava verið lærari í Rituvík í seks ár, flutti hann í 1968 til Skopunar, har hann var fyrsti lærari frá 1970 og til hann í 1997 legði lærarastarvið frá sær. Frá 1971 og til 1992 var hann kommunuskrivari í Skopun.
Í 1988 varð Jógvan Adolf Johannesen valdur í Løgtingið fyri Javnaðarflokkin í Sandoyar valdømi. Hann var tingmaður í tíggju ár.
Í 1972 keypti Jógvan Adolf saman við øðrum 50 tonsaran Dalbúgvan. Hetta var byrjanin til reiðaravirksemið hjá Jógvani Adolfi og øðrum. Ikki minst, tá ið kreppan herjaði í níti árunum, høvdu politiska og vinnuliga dirvið og hugflogið hjá Jógvani Adolfi stóran týdning fyri Sandoynna.