Jógvan Hansen í Spaniastovu

Leygarkvøldið verður ein nýggj sending at hoyra á Rás2. Talan er um eina beinleiðis sending úr Klaksvík, har mangt og hvat áhugavert frá Norðoyggjum verður at hoyra.

 

Rás2 fer um vikuskiftið undir eina nýggja sending, sum verður send beinleiðis úr Klaksvík.

Hendan sendingin skal varpa ljós á áhugaverd viðurskifti í Norðoyggjum, og hetta verður gjørt við prát, hugna og livandi tónleiki.

 

Hendan fyrsta sendingin bjóða eina beinleiðis framførslu frá Jógvani Hansen. Jógvan býr í Íslandi, men kemur heim til Klaksvíkar hetta kvøldið, at framføra í Rás2.

 

Haraftrat fer Jógvan Hansen at vitja í Spaniastovu, har hann fer at hava eina konsert. Konsertin í Spaniastovu byrjar klokkan 22.00 leygarkvøldið.

 

Við sær á gittar hevur hann íslendska gitarúrmælingin Vignir Snær Vigfusson.

 

Klaksvíkingurin Jógvan Hansen er eitt nú kendur frá Aria, Kular røtur, X-factor og Eurovision.

 

Hann byrjaði at spæla og syngja sum heilt ungur, og fleiri av løgunum hann hevur framført hava ligið ovast á hit-rókini bæði í Føroyum og Íslandi. Nevnast kunnu: Rooftop, Hon er omma mín, Bilurin hjá okkum, Tú nart við hjartað á mær.

 

Jógvan Hansen hevur samstarvað Vignir Snær Vigfusson síðani X-factor var á skránni í 2007. Teir hava síðani verið á fleiri konsertferðum saman. Vignir Snær Vigfusson er ein av best kendu á íslendska popp marknaðinum, og hevur selt flest plátur í Íslandi.