Leygardagin 12. juli letur listaframsýningin ?NEW? upp í Ahlgade 18 í Holbæk. Tey sum sýna fram eru øll næmingar frá listaháskúlanum í Holbæk.
Framsýningin hevur verið í Silkeborg, har hon fekk góð ummæli, m.a. á
heimasíduni www.aarhus.nu.
Ein av framsýnarunum er Jóhan Martin Christiansen úr Havn, sum eisini gongur á listaháskúlanum í Holbæk. Hann hevur fyrr verið við á fleiri framsýningum í Føroyum og Danmark, bæði saman við øðrum við sjálvstøðugum framsýningum.
Framsýningin verður frá 12. til 27. juli. Opið er gerandisdagar frá kl. 12-17, og í vikuskiftunum frá kl. 11-14.