Góði pápi, hjartaliga tillukku við 90 ára føðingardegi tínum í dag, 19. oktober.
90 ár er ein høgur aldur, men tú ber hann ótrúliga væl, ikki minst eftir sjúku fyri góðum ári síðani ert tú bara heilt byrgur aftur.
Vit systkin hava so nógv at siga tær takk fyri, orð gerast so fátøk, tá ið vit hugsa um alt, tú hevur verið fyri okkum øll.
Frá 14 ára aldri hevur tú strevast á havinum undir skiftandi umstøðum, hóast leingi burtur heimanífrá, tí túrarnir til Grønland og New Foundland gjørdust rættiliga langir. Eftir stuttan steðg heima, so legði tú aftur út á hav, burt frá tínum kæru, fyri at vit, ið heima vóru, kundu hava tað gott og onki mangla til lívsins uppihald. Við eini góðari konu og stórum barnaflokki, 6 systkin, gekk alt væl. Vit minnast okkara barnadagar við stórum takksemi, pápi, tí vit høvdu tað so gott.
Sum systkin kunnu vit siga við ein munn, tit eru okkum góð foreldur og ikki minst sum abbi og omma, langabbi og langomma. Alt tykkara lív er merkt av Gudstrúgv og tað vita vit sum systkin, at tú pápi saman við mammu og ommu bóru okkum á bønarveingjum, sum gjørdi, at vit vóru ein tryggur og glaður barnaflokkur í uppvøkstri okkara.
Pápi, tú hevur altíð havt eina sera góða sangrødd, sangurin fylti nógv í heimi okkara. Tá ið fyrsta harmonikan og síðani guitarin kom, tá vit vóru tannáringar, tá var nógvur sangur og tónleikur í heimi okkara. Felags fyri okkum, ið vuksu upp í býlinginum á Heygum, var tað góða samanhaldi familjunnar millum og heimini vóru altíð opin fyri børnum og ungum, somuleiðis í barnaheimi okkara.
Pápi, tú ert trúfastur maður og tað kundu skipsfelagar tínir sanna. Tú sigldi við sama reiðaríi í mong ár. Tá ið sluppirnar vórðu avloystar av trolarunum, sigldi tú við sama trolarafelag, »Stjørnan«, líka til tú gavst at sigla. Gullfinnur varð tann fyrsti, síðani Gullberg, so kom Kap Farvel. Hvønn sunnudag varð lisin lestur umborð og ikki vóru tað fáir lestrar, tú las, fastur forsangari var tú og tað skilja vit væl. Eisini var tað fastur skikkur at lesa lestur heima sunnudag, um ikki varð farið í kirkju, og skiftust vit sum oftast at lesa. Hetta gjørdist ein góð barlast at hava við út í lívið. Hóast árini eru mong kemur tú framhaldandi, um ikki so ofta sum fyrr, í Guds hús at hoyra gleðiboðskapin um Guds frelsandi náði og syngja Harranum lovsang.
Fyri okkum er tað ein stór gleði at uppliva, hvussu røsk tit bæði eru, pápi og mamma, mamma fyllir 85 ár í desember og tú 90 ár í dag, hóast tað so gongur dagurin sína dagligu gongd, tit passa húsið, matgera, gera reint og vaska klæði uttan nakra heimahjálp og tær tyngru uppgávurnar sum viðlíkahald, hjálpa vit tykkum við. Hóast høgan aldur og styrkin viknar, er blíðskapurin tann sami sum altíð, ongin sleppur avstað aftur, uttan at ein drekkamunnur verður boðin. Abba- og ommubørn, langabba- og langommubørn gleða seg at vitja tykkum, tí altíð er okkurt gott inni í skápinum, tá tey koma.
Pápi, tú ert vorðin ein bygdarmynd við tað at tú í mong ár hevur gingið morguntúr inn eftir ovara vegi, tá ið veðrið er til vildar, og mangt gott prát hevur tú fingið inni á bonkinum, tá ið tú stegðar á at hvíla teg. Pápi, vit ynskja tær hjartaliga tillukku á 90 ára degi tínum við øllum góðynskjum um mangar góðar løtur í framtíðini saman við tær og mammu. Harrin signi og styrki tykkum.
Heilsan,
børnini