Jákup í brenndideplinum

Fótbóltur: Misbrúkti møguleikanum úr ellivu metrum, sum Herfølge fekk eftir 88 minuttir og tíggju sekund fyri leiklok javnaði AGF. Todi fekk einki mál, men FCK vann á Brøndby

Landsliðsspælararnir á flatlondum koma til landið í hesi vikuni, og kenslurnar hjá Jákupi Mikkelsen og Toda Jónsson mundu vera eitt sindur blandaðar, eftir at teir høvdu avgreitt síðsta setningin í superliguni, áðrenn teir nú fara undir fyrireikingarnar til landsdystin móti Kekkia.

Tað er krevjandi at vera ítróttarmaður á hægsta støði. Tað mátti ikki minst Jákup Mikkelsen ásanna sunnudagin. Í fyrstu umførunum eftir summarsteðgin hevur hann tvær ferðir verið hetjan í Herfølge, tí hann tvær ferðir hevur skorað upp á brotsspark og eina ferð hevur bjargað einum brotssparki, men hesa ferð gekk ikki so væl.

Tá Jákup tveir minuttir undan leikloki fór úr málinum og fram at skjóta brotsspark móti Lars Windfeld, málverjanum hjá AGF, sá tað ? í oysandi áarførinum ? ljóst út hjá Herfølge. Teir vóru komnir á odda 1-0, tá 66 minuttir vóru farnir, og Jákup hevði allar møguleikar at staðfesta heimasigurin. Men tíverri var skotið úr ellivu metrum ikki serliga gott hesa ferð, AGF málverjin bjargaði, og uppaftur verri kom tað við hjá Herfølge, at AGF javnaði og harvið minkaði nógv um úrtøkuna hjá Herfølge.

Tað vóru bara tíggju sekund eftir, tá Kenny Thorup sendi bóltin inn um Jákup Mikkelsen. AGF hevði fríspark, sum varð blokerað í verjugarðinum, í aðru atløgu eydnaðist tað hjá Jákupi at hálvbjarga, men so var mál, sigurin glapp Herfølge av hondum, og so bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð.

Ei undur í at øll í Herfølge vóru sera vónbrotin.


Eydnaðist hjá FCK

FCK liðið tóktist at vera minni troytt av ferðini og sigrinum í Aserbadjan hósdagin, enn teir í Brøndby tóktust vera av 1-0 tapinum mikukvøldið og kvalifikatiónini til Europa Cup meistarakappingina. Frammanfyri umleið 25 túsund áskoðarum í Parkini vann FCK 1-0. Málið skoraði Bjarne Goldbæk í síðsta álopinum í 1. hálvleiki.

Donsku fjølmiðlarnir halda, at sigurin var ov lítil, og víst verður m.a. á, at Todi Jónsson hevði tveir góðar møguleikar í 1. hálvleiki, men Emeka Andersen, sum aftur hesa ferð vardi málð fyri skadda Mogens Krogh, bjargaði.

Tey fyrstu árini hjá FCK var tað heilt vanligt, at teir vunnu móti Brøndby, men hesa seinnu tíðina hevur tað verið longri millum sigrarnar. Undan dystinum sunnudagin høvdu teir tapt sjey av teimum átta síðstu ferðunum, so tað er ikki torført at ímynda sær, at teir í FCK vóru væl nøgdir sunnudagin.


Almenn misnøgd

Men alt er ikki bara gleði og gloymur í felagnum hjá Toda Jónsson. Eitt er, at tíggju av teimum 26 sáttmálabundnu spælarunum hava sitið skaddir uttanfyri í styttri og longri tíð. Eitt annað er, at undan vikuskiftinum vóru tað onkrir av spælarunum, sum í bløðunum góvu til kennar, at teir ikki eru nøgdir við umstøðurnar.

Morten Falch er verjuspælari, sum hevur verið skaddur leingi. Í vikuskiftinum segði hann seg vera so misnøgdan við umstøðurnar í FCK, at hann vildi sleppa til okkurt annað felag. Hann segði orsøkina vera, at leiðslan í FCK hevur meiri enn ilt við at liva upp til nýmótans arbeiðsgongdirnar, sum teir siga seg standa fyri. Flemming Østergaard og Poul Erik Petersen, sum hava ábyrgd av ávikavíst fíggjarliga og ítróttarliga partinum av umsitingini, hava sagt, at teir vilja hava persónligar samrøður við hvønn einstakan spælara um ætlanir og ynski fyri framtíðina, men verjuspælarin sigur, at hjá honum hevur tað tikið eitt hálvt ár at fáa eitt prát í lag við teir um, hvat teir ætla við honum.

Hetta er matur fyri pressuna, og undan vikuskiftinum hava teir eisini fingið Bjarne Goldbæk at siga, at hann ikki er serliga nøgdur við, at venjarin hevur flutt hann longri fram á vøllin at spæla.