B36 vann góðan 2-0 sigur á NSÍ við Løkin í Runavík í dag. Við sigrinum vann árstalsfelagið seg upp á annað plássið. Har teir eru trý stig aftanfyri HB.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna reportarin hjá Rás2, Hilmar Jan Hansen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg aftaná dystin.
Jákup á Borg er sera fegin og stoltur av liðavrikinum hjá B36, ið sambært Jákup á Borg "knoklaði" fyri sigrinum.
Jákup á Borg sigur, at hann ynskir ikki at ljóða niðurlátandi, men í hansara eygum sá tað lætt út til tíðir, so væl spældi B36. Jákup heldur, at tað hansara menn avrika uppá tað besta er tað sera torført hjá øðrum liðum at knógva teimum.
Samrøðan Hilmar Jan Hansen hevði við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik Hentze hoyrist HER
Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen av báðum málunum hjá B36, og samrøðan Hilmar Jan gjørdi við 1-0 málskjúttan hjá B36, Hugin Samuelsen hoyrast HER