Danmark
Jákup Mikkelsen er framvegis á lønarlistanum hjá Herfølge. Men tað verður hann ikki leingi afturat. Eftir 30. juni er tað søga, at Herfølge er eitt av føroysku feløgunum í donskum fótbólti.
Stóri spurningurin hjá Jákupi Mikkelsen og øllum fótbóltshugaðu føroyingunum, sum fylgja við Jákupi og fótbóltsframtíðini hjá honum, er, hvør nýggi arbeiðsgevarin verður.
Tað hevur ljóðað, at fleiri feløg í Danmark hava víst áhugað, og at okkurt útlendskt felag eisini hevur verið inni í myndini.
Jákup Mikkelsen hevur lært seg at tiga og einki siga. Donsku ítróttartíðindamenninir eru grammir eftir at fáa søgur, og tað skal lítið til, áðrenn teir síggja sær møguleika at fáa eina yvirskrift burturúr.
? Í síðstu viku ringdi ein tíðindamaður og spurdi, um tað var nakað nýtt um framtíðar fótbóltsstøðuna hjá mær. Eg svaraði honum, at tað var einki nýtt. So spurdi hann meg, um eg fór beinleiðis til Føroya. Eg svaraði honum, at tað kundi vera, at eg fór til Bretlands at venja á vegnum. Tað var heilt skjótt, at eg sá á tekst tv, at nú var eg á veg til Bretlands. Eg havi sjálvandi leingi vitað, at tú skalt ansa tær, tá tú tosar við tíðindamenn, og tað var henda søgan ein áminning um. Samrøðan okkara millum var mest sum liðug, tá hetta soleiðis hissini kom fram.
Skjót gongd
Tað hevur ljóðað, at fleiri feløg í næstbestu deildini í Danmark hava víst áhuga fyri at gera sáttmála við Jákup Mikkelsen, og tað hevur eisini ljóðað, at okkurt felag í bestu deildini hevur verið upp á tal. Men Jákup ynskir ikki at siga nakað um nakran møguleika. Tað einasta, sum vit fáa at vita frá honum, er, at tað er rættuliga sannlíkt, at av gerðin um fótbóltsframtíðina fer at fella um ikki so langa tíð, og tað vil í hesum sambandinum siga innanfyri eina ella tvær vikur. Leygardagin er 30. juni, og tað vil siga, at sunnudagin er sáttmálaskeiðið hjá Jákupi í Herfølge liðugt.
Tað er nógv lív í europeiska fótbóltsheiminum í løtuni. Nógva staðni í Europa fara feløgini undir venjingina til nýggja kappingarárið, tá henda vikan er liðug. Á internetinum eru tíðindi um keyp og sølu av nógvum spælarum, og tað kann vera so skjótt, at okkurt felag hevur fer at hava tørv á einum málverja, og so kann tað vera, at tað verður skjótt bortið at.
Møguleikarnir
Í Danmark eru tað trý feløg í bestu deildini, sum ikki hava havt sáttmála við málverja fyri alt tað nýggja kappingarárið. FCK hevur havt leigusáttmála við norðmannin Thomas Myhre, ið hevur verið sáttmálabundin at Everton. Eingilska felagið hevur givið norðmanninum loyvi at gera sáttmála við okkurt annað felag. FCK vil fegið hava norska landsliðsmálverjan at halda fram í felagnum, men útsøgnirnar hjá honum benda á, at hann ætlar sær at kroysta sitrónina, áðrenn hann skrivar undir. Thomas Myhre hevur roynst væl í FCK. Tað veit hann væl sjálvur. Hann sigur seg hava hug at royna seg í onkrari aðrari kapping enn í tí donsku. Harvið kroystir hann sjálvandi FCK at betra um tilboðið, sum teir áður hava givið honum.
Landsliðsmálverjin í Silkeborg, Peter Kjær, hevur sáttmála við sítt felag tað, sum er eftir av hesum álmanakkaárinum. Tað er neyvan nakar ivi um, at Silkeborg er áhugað at halda fram við samstarvinum. Tað er ein spurningur um pengar, og tað nervakríggið er ikki liðugt enn.
Og so verður tosað um møguleikan fyri, at fyrrverandi FCK málverjin, Karim Zasa, sum hetta seinasta árið hevur verið í OB, ikki er nøgdur við lønina og tískil hóttir við at stinga av, um hann ikki fær meiri í lønarposan.
Í onkrum av hinum feløgunum eru málverjarnir hálvgamlir, men sum kunnugt er aktiva lívið hjá einum málverja nógv longri, enn tað er hjá øðrum fótbóltsspælarum.
Tað verður dúgliga lisið á sjónvarpsskíggjum og teldum fyri at frætta, hvussu tað verður við fótbóltsframtíðini hjá Jákupi Mikkelsen. Vit halda okkum kunna siga toluliga víst, at næsta framtíðin fer ikki at vera í KÍ, men tað ger kanska ikki so nógv, tí sunnudagin vísti Meinhard Joensen stóra styrki í KÍ málinum!