Jákup heldur frí í Klaksvík

B36 er framvegis illa skert, og hjá KÍ er spurningurin, hvør nú skal fáa møguleikan í fremsta plássinum

KÍ-B36

Felags fyri KÍ og B36, sum skulu standa fyri fótbóltsundirhaldinum á Norðoyastevnu, er, at tað hevur gingið illa at fingið fulla úrtøku. Serliga á heimavølli, har KÍ hevur vunnið ein av fýra, og B36 hevur vunnið ein av fimm dystum. Hesa ferð er B36 fyri fjórðu ferð á útivølli. Higartil hava teir fingið fult tríggjar ferðir og bara tapt eina ferð  2-0 í Gundadali móti HB!
Lagið er gott í báðum legunum. Eftir kleyvarskapin í fjør, tá ið bæði KÍ og B36 vórðu varpað úr steypakappingini, eydnaðist tað báðum liðunum hósdagin at spæla seg í hálvfinaluna. Kanska fer meiri at kennast til steypastríðið í gjár hjá KÍ spælarunum, enn tað fer at gera hjá B36 monnunum. B36 nýtti hálvan annan tíma at kvalifisera seg til hálvfinaluna, meðan KÍ nýtti tveir tímar til sína kvalifikatión.
Stóri spurningurin í Klaksvík er, hvør skal verða fremsti álopsspælarin. Sinisa Jovanovic hevur vikarierað, meðan Paul Clapson hevur verið leikbannaður og meniskskaddur. Eftir reyða kortið hósdagin er Sinisa Jovanovic leikbannaður móti B36. Paul Clapson hevur ikki vant síðani hann fyri viku síðani varð skurðviðgjørdur í knænum.
Ætlanin var, at danski Christian Lundberg skuldi hjálpa til í KÍ álopinum á Norðoyastevnu. Hann kemur tó ikki fyrrenn hósdagin í fyrstu viku. Møguleikar í fremstu røð eru Hjalgrím Elttør, Steffan Kalsø og Kristoffur Jakobsen, sum gjørdi góða reklamu fyri sær sjálvum, tá ið hann hósdagin skoraði tvær ferðir móti GÍ.
Hóast teir í B36 spæla uttan fleiri av teimum, sum hava verið roknaðir at vera lyklaspælarar, so hilnast tað væl. Á Svangaskarði megnaði B36 at vinna 1-0. Jákup Mikkelsen var leikbannaður, og landsliðsspælararnir Ingi Højsted, Fróði Benjaminsen og Bergur Midjord vóru ikki við, tí teir eru skaddir.
Jákup verður leikbannaður móti barndómsfelagnum í morgin, og eingin av omanfyri nevndu skaddu spælarunum verður tøkur. Hartil er Mikkjal Thomassen eisini leikbannaður. Hann hevur fingið fimm gul kort.
Leikbannini og skaðarnir bera við sær, at ungir spælarar hava fingið møguleikan, og teir hava tikið av. Eitt nú Jóhan V. Gunnarsson og Jóhan Ellingsgaard. Magnus Poulsen er leigaður úr B36 og út á Argir. Treytin er, at hann skal koma í B36 málið at standa, um B36 ikki hevur annan málverja. Magnus vardi B36 málið á Toftum, og hann verður aftur í málinum á Norðoyastevnu.
Norðoyastevnuuppgerðin millum klaksvíkingar og havnarmenn verður klokkan 18.30 leygarkvøldið. So er bert eftir at vóna, at Havnarbáturin og Klaksvíkingur hava róð, áðrenn fyrsta bríkslið í fótbóltinum verður.