Tað er farið at líkjast sær sjálvum aftur í Fuglafirði. Eftir venjaraskiftið var úrtøkan full tvær ferði – ímóti B68 á útivølli og HB á heimavølli – men síðani hevur talan verið um tap á heimavølli ímóti NSÍ og mánadagin 3-1 tap í Gøtu.
Jákup Mikkelsen er ikki nøgdur við avrikið í Gøtu:
-Serliga í seinna hálvleiki løgdu vit ov lítið fyri, og tað vita spælararnir. Um vit skulu hugsa um at vinna stig, so er fyrsta treytin, at vit vinna nærdystir, og at vit eru fyrstir á returbóltum. Um hetta ikki eydnast, so eru vánirnar at verja og at skjóta mál ikki góðar, og harvið ber ikki til at vinna stig og fótbóltsdystir.
Í dag fáa tit vitjan av B36?
-Vit hava fyri stuttum vunnið á HB, og harvið vita spælararnir, at tað ber til ímóti stóru høvuðsstaðarliðunum. Úrslitini siga, at tey trívast ikki væl í Fuglafirði, og okkara spælarar vita, at møguleikin er har, um teir vísa rætta hugburðin og stríðast tað, sum skal til, sigur Jákup Mikkelsen.
Adeshina Lawal er vøddaskaddur, og Boigi Reinert Petersen og Ari Ó. Ellingsgaard eru leikbannaðir.
Karl Løkin er tøkur aftur eftir leikbann.
Tað verður vónað, at Poul Nolsøe Mikkelsen er førur fyri at spæla ídag.
Tað kann vera, at B36 skaðalistin verður eitt sindur styttri, enn hann hevur verið. Venjarin ásannar, at tað verður neyðugt við monnum á vøllinum í Fløtugerði:
-Fyritreytirnar verða øðrvísi ídag, enn tær vóru í Gundadali ímóti B68. Ungu menninir hava víst, hvør dugur er í teimum, og eg havi álit á teimum, men tað kemur væl við, um onkrir av teimum, sum ikki vóru tøkir mánadagin, vera við ímóti ÍF, og tað hava vit mót um fer at eydnast, sigur Eyðun Klakstein.
Lukasz Cieslewicz, Sebastian Pingel, Hanus Thorleifsson, Jákup á Borg og Robert Heðin Brockie eru skaddir. Benjamin Heinesen er við aftur eftir leikbann. Tað verður vónað, at Hørður Askham og Høgni Eysturoy vera førir fyri at spæla ídag.
Í fyrsta umfari vann B36 4-1 í Gundadali ímóti ÍF.