Tað skrivar Aldubáran í tíðindaskrivi:
– Útgávan verður løgd fram á konsert í Keypmannahavn á Norðuratlantsbryggjuni sunnudagin 1. mars kl. 15.00. Konsertin, og móttøkan eftir konsertina, er ókeypis. Øll eru vælkomin.
Jákup Højgaard Lützen (f. 1988) er úr Havn. Hann byrjaði sum smádrongur at spæla violin. Seinni skifti hann til bratsj. Hann traðkaði sínar tónleikaligu barnaskógvar á Tórshavnar musikkskúla, og var hann ein av teim fyrstu, ið byrjaðu á úrmælingaskeiðinum Musikkskúlamiðnámi í 2005. Síðani gekk leiðin á Kongaliga Danska Musikkonservatorium, har ið hann tók kandidatprógv í 2013 og seinni solistdebut í 2017.
Jákup var frá 2013-15 limur í Gustav Mahler Jugendorchester, ið hann spældi við í kendastu konsertsalunum kring Evropu. Hann hevur eisini verið solistur við Føroya Symfoniorkestri.
##med2##
Jákup starvast dagliga í orkestrinum Copenhagen Phil.
Verkið, ið Jákup Lützen spælir á fløguni ANDALAG, og á konsertini sunnudagin 1. mars, er ein Solo Sonata fyri viola, ið Sunleif Rasmussen skrivaði til endaligu debutkonsertina hjá Jákupi í 2017.
Hini verkini á konsertini eru tvær blásarakvertettir eftir Sunleif Rasmussen. Konsrtin varir slakan tíma og er uttan steðg. Eftir konsertina er móttøka, har ið Aldubáran, forlagið Wilhelm Hansen og plátufelagið DACAPO eru vertir.
ALDUBÁRAN: Andrea Heindriksdóttir, floyta – Anna Klett, klarinett – Britta Cortabarria, fagott – Páll Sólstein, horn – Bernhardur Wilkinson, dirigentur – Jákup Lützen, viola