Jákup, Marni, Hallur og Clayton eru bestir

Tað var Jákup Mikkelsen, málverji hjá ÍF, sum í kvøld varð kosin at vera besti málverji í føroysku kappingini. Tað var hann í kapping við Hans Jørgensen hjá B68 og Kristian Joensen hjá NSÍ.

-Eg eri fegin um heiðurin, sum er fráboðan um góðu gongdina hjá okkum øllum í ÍF. Tað¨hevur nógv verið at hoyrt um, at eg ætli mær at gevast, men tað¨ætli eg ikki. Á hvørjum støðï tað verður, veit eg ikki, men eg fari at halda fram, segðï Jákup Mikkelsen.

Marni Djurhuus hjá meistarunum í EB/Streymi var kosin besti verjuspælari.

-Tað hevur havt stóran týdning at spæla saman við so góðum monnum, sum eg havi verið liðfelagi hjá, staðfesti Marni Djurhuus.

Hallur Hansson, sum stóran part av kappingini spældi í HB og sum nú er í AaB, er ársins mi¨vallari.

-Tað eri eg fegin um, tí kappingin var stór og tøtt, segði fyrrverandi HB spælarin, sum í kvøld hevur verð¨við til at vinna 2-1 á heimavøllinum í Aalborg ímóti Sønderjyske.

Clayton Soares, sum er farin heim til Brasilia og kemur aftur næsta ár til ÍF, er besti álopsspælarin í 2012. Hann varð kosin í kapping við Páll Klettskarð úr KÍ og Klæmint A. Olsen úr NSÍ.

-Tað hevur hann rudduliga uppiborið, staðfesti Ólavur Larsen, formaður í ÍF, sum tók ímóti heiðrinum fyri Clayton Soares.