Ætlanin er, at foreldur við børnum kunnu fara eitt sindur burtur frá nútímans jagi og stressi og slappa av í skýmingini í tí hugnaliga umhvørvinum Heima á Garði.
Høvi verður at síggja bóndahúsini innan, meðan húsfólkið stákast við at baka og gera okkurt plaggið liðugt, onkur sigur eina søgu, og tú heldur skýming.
Smiðurin greiðir frá smíðnum í smiðjuni. Eldur er í essuni, og amboðini standa til reiðar.
Í hoyggjhúsinum fjalir onkur vættur seg millum hoyggj og torv og gomul amboð.
Tarvafjósið, fjósið og svalihúsið goyma okkurt smátt, eitt sindur forvitnisligt.
Og í turkihúsinum fæst ein drekkamunnur og onkur góður biti til keyps, bæði fyri vaksin og børn.