Jólaboð komið

Fyrsta jólablaðið í ár er komið. Og sum vanligt hevur verið í fleiri ár, er tað Jolaboð, sum er fyrst við jólaboðskapinum til okkara

Bókadeildin hjá KFUM hevur aftur í ár givið jólaheftið Jólaboð út. Í ár eru 60 ár liðin, síðan Jólaboð kom út fyrstu ferð, og blaðið er komið hvørt ár síðan.

Innihaldið er sum undafarnu árini siðsøguligar greinar, søgur og yrkingar av ymsum høvundum. Bæði føroyskt upprunatilfar og týðingar.

Sum vanligt eru flestu greinarnar av andaligum slagi. Onkur frásøgn um persónligar upplivingar er eisini við. Umframt eru sálmar, bæði jólasálmar og aðrir.

Sonja Klein, prestur, hevur skrivað inngangin um ljósið í myrkrinum, sum hon hevur tikið úr 9. kapitli há Jesaja profeti.

Greinarnar eru prýddar bæði við fotomyndum og tekningum. Tekningarnar í blaðnum hava Martin Joensen, Effie Campbell og Janus Dam Guttesen gjørt.

Janus Dam Guttesen hevur teknað permymyndina, og Guttorm Zachariassen hevur aftur í ár greitt Jólaboð til prentingar. Blaðið er sett og umbrotið hjá Bókadeild KFUM's, meðan einars Prent hevur prentað, og Bókbindaríið heft. Blaðið er 64 síður og kostar 70,- krónur.