Jólaboð komið út

Jólini nærkast, og nú er Jólaboð fyri 2007 komið í bókabúðirnar. Inngangin hevur Magnus Brahé Jørgensen, prestur, skrivað.

Annars er hópur av siðsøguligum tilfari, upprunnaligar og týddar søgur og yrkingar. Av siðsøguligum tilfari kann nevnast Elin Mortensen, ið sigur frá barnadøgum á Tvøroyri við denti á sluppfiskiskap og fiskaturking.

Effie Campbell fer aftur í tíðina og fortelur, hvussu jólini vóru, tá hon var barn, hvussu handilsvindeyguni vóru pyntað, og tá bakaríið hjá Frants Restorff steikti jólagásina fyri fólk. Johs. Andr.

Næs sigur frá einari ferð á heysti 1919 úr Hvalba til Havnar og suður aftur sama dag.

Freydis Poulsen lýsir statuligu konuna Katrina á Strond, sum var borin í heim í Selvindi á Strondum 15. mai 1860 og doyði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 5. august 1931. Eisini eru aðrar spennandi frásagnir.

Guttorm Zachariasen hevur lagt Jólaboð, ið er 84 síður, til rættis, Janus Dam Guttesen hevur teknað og SOZO prepress prentgjørt og prentað.