Fyrst er at siga, at undirhúsið er eitt serligt stað. Tað er longu mong ár síðani, at teir hjá Poul Hansen lótu høli í niðastu hædd til menn at savnast í. Her kunnu teir fáast við ymisk ítrív sum at práta og spæla kort. Her verða nógvir av dagsins spurningum eisini greiddir. Tí fingu hølini navnið undirhúsið eftir bretska tinginum við sama navni. Hetta gjørdist so ”modell” fyri onnur undirhús, sum síðan eru komin kring landið. Hesi hava øll stóran týdning sum savningarstøð fyri fyrst og fremst eldri fólk.
Tað eru bert menn, sum dagliga vitja inn í undirhúsið. Ofta eru tað gamlir sjómenn, sum koma inn higar, og sum kunnu greiða frá sínum royndum á teimum stóru høvunum. Og ”dagligi leiðarin” er eisini ein gamal sjómaður, Eigil Hansen á Borð. Hann mundi fingið eina rakett í høvdið í Flógvakrígnum í 1991, har hann var staddur tá. Hann letur upp, og hann letur aftur hvønn dag. Her ber forrestin eisini til at fáa agn hjá honum, sum vil fara ein túr á flot.
Tað eru nógvir forvitnisligir gestir, sum millum ár og dag støkka inn á gólvið í Undirhúsinum. Hetta sæst eisini í gestabókini. Eina ferð var tað so merkiligt, at á tveimum fylgjandi síðum standa Anker Jørgensen, fyrrverandu forsætisráðharri í Danmark og Mogens Glistrup, sum í mong ár var leiðari fyri Fremskridtspartiet. Tað vóru bert fáir dagar millum, at teir vitjaðu undirhúsið, so teir kundu eins væl hitt hvønn annan inni har. Tað er eingin loyna, at Glistrup í mong ár var ein marra fyri Anker Jørgensen. Men teir høvdu so til felags áhugan at vitja okkara undirhús.
Jólahugnin hevur eitt fast ritual. Her koma tey, sum vanliga støkka inn á gólvið. Hetta er sum sagt alt mannfólk. Síðan koma fleiri av teimum, sum arbeiða í Vágsbotni. Her eru so eisini nøkur konufólk, nevniliga tær, ið hava klippistovu á Bryggjubakka. Borgmeistarin plagar eisini at koma. Hesa ferð gjørdi hann kortini stutt av, tí hann hevði so nógv annað um at vera.
Hæddarpunktið á hvørjum ári er Dupultkvartettin í Ebenezer, sum eisini hevur úr at gera um jólini. Síðan er tað hugni og prát. Eigil býtir út reklamufelliknívar frá Poul Hansen. Men tá knívar ikki skulu gevast burtur, verður biðið um eina krónu fyri hvønn!
Hetta er ein stak hugnalig løta, sum øll gleða seg til á hvørjum ári. Vit vóru eisini til staðar hesa ferð og tóku nakrar myndir.
ó.