Jólakonsert
Í Vestmanna eru ikki færri enn tvey kór. Vestmanna Sangkór og Vestmanna Kirkjukór. Tey fara at hava jólakonsert í Vestmanna Kirkju sunnudagin klokkan 18.00.
Vestmanna Kirkjukór verður stjórnað av Erlu Olsen, organisti við Vestmanna Kirkju, meðan tað er Kári Bæk, tónleikalærari, sum stjórnar Vestmanna Sangkóri.
Á stóru felags jólakonsertini fara kórini í Vestmanna fyri tað mesta at syngja gamlar, kendar jólasálmar og -sangir. Onkran tó í eitt sindur nýggjari líki, siga kórini í tíðindaskrivi. Eisini verða verk hjá útlendskum tónaskøldum á skránni.
Fyrst syngur Vestmanna Kirkjukór. Síðan verður ein felagsframførsla, og Vestmanna Sangkór fer at enda konsertina.
Vestmanna Sangkór er vanligt, blandað kór, meðan Vestmanna Kirkjukór er eitt gentu- og kvinnukór.
Á skránni hjá Vestmanna Krkjukóri eru bæði kend og minni kend verk. Byrjað verður við sanginum: Eitt ljós mær geislar sendir, sum Johannes Mortensen hevur týtt til føroyskt. Lagið er norskt. Síðan er tað væl kendi jólasálmurin: Eitt barn er føtt í Betlehem. O, come all yee faithfull, eftir J.Å. Hillerud og David Villcock er væl kendur, eins og Halleluja úr Messiah hjá Händel eisini er tað. Síðan er tað Glory halleluja, eftir Noru E. Burne og Nothing is impossible, eftir Eugene E. Clark.
Tá Kirkjukórið er liðugt við sína skrá, fara kórini bæði saman at syngja: Eg standi tíni krubbu hjá, eftir J.S. Bach , P. Gerhardt og H.A. Djurhuus. Síðan verður sungið sum veksilsangur saman við kirkjufólkinum: Her koma Jesus tíni smá.
Vestmanna Sangkór eigur so seinasta partin av jólakonsertini í Vestmanna Kirkju. Sungið verður fyrst: Jólaklokkan aftur ringir, eftir Knút Olsen og Jakob Jakobsen. Síðan kemur: Mítt hjarta tilhald hevur, eftir Carl Nielsen, Brorson og Axel Tórgar. Eingilin við ljósi fer, hava Ingemann og Weyse gjørt, meðan Axel Tórgarð týddi til føroyskt. Hin vænasta rósan er eftir Klug og Brorson. Føroyski týðarin er ókendur. Endað verður við Himmalsins harpum, eftir C.E.F. Weyse og Jógvan Nolsøe.