Leygardagin 15. desember fara jólamenn at vitja allar kommunurnar í oynni. Í ár koyra jólamennirnir við brandbili, og hava teir sjálvandi okkurt gott við til øll børn í Eysturoynni.
Brandbilurin byrjar á Strondum kl. 10.00 um morgunin og síðsta steðgistað er í Fuglafirði kl. 20.00.
Brandbilurin steðgar við jólatrøini í bygdunum/ býunum.
Fyrivarni verður tó tikið fyri koyrilíkindunum, siga tey av Kunningarstovuni í Eysturoy.