Jólasølan á Stíggi hevur stóra undirtøku

- Tá ið jólasølan endaði seinasta ár, var bert uppí eina lítla pappeskju eftir av lutum, sum brúkarar høvdu gjørt, siga tey á Verkhúsinum Stíggi

Jólasøla

Í fleiri ár hevur Verkhúsið Stíggjur í Saltangará skipað fyri jólasølu, har ymiskir jólalutir, sum brúkararnir á stovninum gera, verða seldir.
Aftur í ár verður jólasøla, og hesaferð hava tey valt leygardagin komandi. Opið verður millum klokkan 10 og 14, og meðan sølan fer fram, verða brúkarar og starvsfólk at hitta á stovninum. Eisini verður vørutombola og kaffisøla.
Umframt ymiskt jólapynt ? nissur, jólakalendarar, einglar, dúkar, pútur, reinsdjór og annað, sum teir umleið 20 brúkararnir hava gjørt ? verða myndir eisini seldar.
Á Stíggi hanga hesar myndir uppi og kunnu tí lættliga skoðast.
 
Stór undirtøka
 
Á Verkhúsinum siga tey, at jólasølan undanfarin ár hevur fingið sera góða móttøku ? og tað legst til á hvørjum ári.
                - Familja, vinir og kenningar til brúkararnar eru ófør at vitja, tá ið jólasøla er, men mong onnur nýta eisini høvi at støkka inn á gólvið og keypa sær eitthvørt, sum hoyrir jólunum til.
                Spurd, hvussu gekst seinasta ár, siga tey, at tá ið dagurin var av, var bert uppí eina lítla pappeskju eftir av lutum.
                - So, vit kunnu ikki siga annað enn, at undirtøkan hevur verið ógvuliga góð, og at vónirnar um søluna leygardagin tískil eru bjartar.
                Lutirnir, sum verða seldir á jólasøluni, eru flestu gjørdir eftir summarfrítíðina. Hinvegin eru myndirnar teknaðar og málaðar gjøgnum alt árið.
 
Jólahugni
 
Í desember hugna tey sær á Stíggi.
                Jólahugni verður fyri brúkarum, foreldrum og avvarðandi, og áðrenn farið verður í jólafrí, verður jólaborðhald við góðum døgurða fyri brúkarum og arbeiðsfólkum á stovninum.
                - Jú, her er hugnaligt í desember mánaða, siga tey á Verkhúsinum Stíggi í Saltangará.
               
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$