Jólaskipið kemur í morgin

Klaksvík: Umsíðir er lík til, at løtan er ásett, nær ársins jólaskip kemur á Klaksvík.

Hetta er ein hending og ein vøkur sjón, sum nógvir klaksvíkingar og norðoyingar fegnir vilja uppliva.

Undanfarin ár hevur Ågot verið brúkt og prýtt í hesum sambandi. Í fjør var Norðborg tó í teirra stað, og varð kosin sum heimsins størsta jólaskip.

Nú eru boð komin frá Jólaskipinum, har sagt verður, at tað kemur á Klaksvík týsdagin klokkan 18.

Eftir at teir hava lagt at, verður gingið niðan á vøllin, saman við jólamonnunum, har ymiskt spennandi er á skránni. Klaksvíkingum so líkt, so er mangt ymiskt á skránni í hesum sambandi.

Eitt, sum í øllum førum fer fram, er avdúkingin hvør fær Ársins Rósu í ár. Hetta hendir saman við jólamonnunum og borgarstjóranum, Gunvá við Keldu.

Skráin fyri dagin sær annars soleiðis út:

Kl. 18.00 Jólaskipið kemur undan Klakkinum

Kl. 18.15 Jólaskipið leggur at

Kl. 18.30 Skrúðgonga við hornorkestrinum og jólamonnunum fara heim á ítróttavøllin.

Kl. 18.30 Borgarstjórin bjóðar jólamonnunum vælkomnar

Kl. 18.35 Felagssangur: Lítla fitta nissa mín

Kl. 18.40 Høvusjólamaðurin heldur talu

Kl. 18.45 Felagssangur:

Kl. 18.50 Høvusjólamaðurin leypur uppum jólamenn

Kl. 19.00 Ársins Rósa verður handað

Kl. 19.10 Felagssangur: Gleðilig Jól

Kl. 19.15 Jólamenninir deila jólapakkar út til øll børnini