Jólatræið á Vaglinum kemur úr Reykjavík

Hetta er vorðin verulig siðvenja, tí aftur í ár veita íslendingar føroyingum eitt prýðiligt jólatræ til høvuðsstaðin, ið sum vanligt verður sett á tinghúsvøllin. 

 

Um tríggjar vikur verður træið felt í Heiðmørkini. Íslendska skógrøktarfelagið fellir á hvørjum ári trý trø, sum verða latin Oslo, Nuuk og Tórshavn.

 

Jólatræið í Havn verður tendrað leygardagin 2. desember. Tað verður býráðsforsetin í Reykjavík Líf Magneudóttir, sum kemur at handa træið undir hátíðarhaldinum á Vaglinum.