Jón Pauli skal venja VB/Sumba

VB/Sumba hevur sett Jón Paula Olsen sum venjari hjá 1-3. deild og unglingum, skrivar heimasíðan hjá VB

Jón Pauli hevur í tvey ár verið venjari hjá dreingja- og unglingaliðnum hjá VB/TB, har tað teir hava fingið góð úrslit. Dreingirnir hava vunnið FM tvey ár á rað. Jón Pauli er eisini byrjaður á venjaraútbúgvingini, sum FSF skipar fyri. Í september tók hann UEFA B prógvið.