Jónas Tór Næs gevst við fótbólti

Royndi høgri bakkurin hevur valt at gevast við fótbólti

B36 skal fyrireika seg til eitt kappingarár uttan Jónas Tór Næs. 32 ára gamli høgri bakkurin hevur valt at gevast við fótbóltinum á hægsta stigi.

Hann hevur annars havt eitt gott kappingarár, har hann eisini er farin at skjóta mál. Hann hevur í ár skorað tvey mál í Betri deildini, og tað eru tvey mál fleiri enn hann hevur skorað frammanundan. Jónas Tór Næs hevur havt ein álvarsaman skaða í nakkanum, sum gjørdi at hann næstan ikki spældi í 2018.

##med2## 

Hann hevur eisini verið drúgvur á A-landsliðnum, har hann hevur spælt ikki færri enn 56 landsdystir. Sambært skrásetingini hjá Faroesoccer, so eru bara átta spælarar, sum hava spælt fleiri landsdystir fyri Føroyar.

##med3##

Jónas Tór Næs hevur í fleiri førum spælt í feløgum uttanlands. Í Danmark hevur hann millum annað spælt við BK Frem, Fremad Amager og Køge BK. Hann hevur íslendskar røtur og har hevur hann spælt fyri ÍBV og Valur.

Tað ljóðar, at fleiri feløg vilja hava Ara Olsen hjá Skála. U21-landsliðsspælarin er ein framrættaður høgri bakkur, sum passar væl til spælistílin hjá B36. Tí kundi B36 verið eitt boð, nú Jónas Tór Næs gevst.