Jóni, Hans Jákup og Kristine taka við

Tríggir nýggir deildarleiðarar eru settir í Føroya Sparikassa

 

STØRV

Fyri stuttum vórðu ikki færri enn tríggir nýggir deildarleiðarar settir í starv í Føroya Sparikassa. Í deildini í Vestmanna er nýggi deildarleiðarin Jóni Mohr Olsen, sum hevur drúgvar royndir innan peningastovnsarbeiði, umframt at hann eisini hevur starvast sum fíggjarleiðari í Holsteinsborg kommunu í Grønlandi í fleiri ár. Jóni er 45 ára gamal og ættaður av Sandi. Fráfarandi deildarleiðarin, Ásla Friis, hevur júst havt sín 25 ára starvsdag í Føroya Sparikassa. Aftaná 15 ár sum deildarleiðari hevur hon nú ynskt, at nýggjar kreftir loysa av. Hon heldur fram sum privatkundaráðgevi á deildini í Vestmanna.

Við Norðskála er Hans Jákup Johansen settur sum deildarleiðari. Hans Jákup er 26 ára gamal og ættaður úr Haldarsvík. Hans Jákup hevur starvast sum privatkundaráðgevi í Tórshavn, eitt skifti hevur hann starvast á Grannskoðanardeild Sparikassans, og seinastu árini hevur hann verið vinnulívsráðgevi á Vinnulívsdeildini í Tórshavn. Hans Jákup hevur tikið fíggjarskúla og fíggjarliga víðariútbúgving. Hann er nú í gongd við fíggjarakademilestur á bachelorstøði. So hóast sín unga aldur er hann ein maður við drúgvum royndum í Sparikassanum, bæði yrkisliga og hvat útbúgving viðvíkir, sum fær ábyrgdina av viðskiftafólkunum á deildini við Norðskála.

Undan honum var Arnfinn Langgaard deildarleiðari við Norðskála. Hann hevur ynskt nýggjar avbjóðingar, nú Sparikassin hevur stovnað vinnulívsdeild á deildini í Runavík, og hevur tikið við sum vinnukundaráðgevi har.

Í Fuglafirði er Kristine Ellingsgaard sett sum deildarleiðari. Kristine hevur í fleiri ár starvast sum kundaráðgevi á deildini í Fuglafirði. Eitt skifti hevur hon starvast á Kredittdeildini í Tórshavn. Hon er útbúgvin í Sparikassanum, og hevur fíggjarskúla og víðari útbúgving innan fígging. Kristine er 34 ára gomul og ættað úr Gøtu.

Fyrrverandi deildarleiðarin, Sigmar Davidsen, tók fyrr í ár við avbjóðingum í aðrari fyritøku.

Føroya Sparikassi markerar starvssetanirnar við móttøkum á nevndu deildum.