Jónstein fekk tvey mál

Hjá NSÍ skoraði Jónstein Petersen hesa ferð tvey mál ímóti KÍ. Í báðum førunum kom hann inn frá vinstru og var púra leysur, tá ið hann skoraði. Í fyrra førinum var tað við høvdinum,og í seinna førinum rann hann frá verjuni, og tá ið verjuspælararnir royndu at fáa hann aftur, var Jónstein nóg kaldur at lyfta upp um málverjan og í málið.
Hetta var ikki fyrsta ferðin, at Jónstein Petersen skoraði mál ímóti KÍ. Í Klaksvík munnu teir kenna alt til skjótleikan hjá síðumanninum, hóast tað nú er nakað síðani, at hann skoraði ímóti teimum.
- Eitt árið skoraði eg í báðum landskappingardystunum. Hetta er triðja árið, at Jógvan Martin er venjari hjá okkum, og eg skoraði hesi málini, áðrenn hann kom inn til okkara, minnist Jónstein Petersen aftur á.
Tað var í 2000, at Jónstein skoraði bæði málini. NSÍ vann 1-0 í Klaksvík og 2-1 í Runavík.
Tú vart longri frammi hesa ferð, enn tú ofta hevur veri?
- Eg veit ikki, um skipanin skal kallast 4-5-1 ella 4-3-3. Andy Olsen var fremstur, og so vóru Helgi L. Petersen og eg eitt lítið sindur aftari og í hvør sínum borði. Fyri meg hevur hetta tað at siga, at verjuskyldurnar ikki eru so stórar nú, sum tær vóru, tá ið vit spældu 4-4-2. Tað vil siga, at tað er meiri orka at nýta frameftir, og so kennist tað sjálvandi hugaligt, tá ið tað ber tvey mál við sær.
Jónstein Petersen sigur seg hava gott mót, nú NSÍ aftur skal til Gøtur at spæla. Har vunnu teir fyri einum lítlum mánað síðani fjórðingsfinaluna í steypakappingini.
- Tá vendi tað hjá okkum. Frammanundan høvdu vit spælt illa. Bæði í bólkaspælinum og í tveimum teimum fyrstu umførunum í landskappingini, sum vit bara fingu eitt stig burturúr. Vit taptu ímóti ÍF og spældu javnt ímóti VB. Síðani hava vit spælt okkum til møguleikar, og nú hava vit fingið málini.
KÍ gjørdi ikki uppgávuna torføra hjá tykkum?
- Serliga í 2. hálvleiki vóru teir ógvuliga tamir. Hatta var ikki eitt KÍ lið av tí slagnum, sum vit høvdu roknað við at spælt ímóti, heldur Jónstein Petersen.