- At fáast við skiparakstur, er sum at fáa eina ?basillu?, ið ger, at torført er at gevast aftur. Tú fært líka sum ikki hildið teg burtur, sigur Jónsvein Knudsen, sum nú hevur keypt enn eitt skip Jónsvein Knudsen eigur nú trolbátin Raðhamar, sum Gullak Gullaksen hevur átt. Skipið var upprunaliga heimahoyrandi í Leirvík og hevði navnið Sjóborg.
Trolbáturin eitur nú Sigrun eftir dóttir Jónsvein og konu hansara. Børnini hjá teimum eru trý í tali; synirnir eru elst og yngst, og Sigrun er miðlingur.
Í apríl mánaða í fjør keypti Jónsvein eisini trolbátin Jens Leon, sum hann kallaði upp eftir pápa sínum, Jens Leon Knudsen, sála.
Sigrun og Jens Leon hava ikki loyvi at trola á landleiðini um sumrarnar, men skipini hava á leið somu veiðimøguleikar uttanfyri.
Áður hevur Jónsvein Knudsen sagt, at nú hann átti Jens Leon einsamallur, valdi hann at kalla pápa sín upp. Nú hann eisini eigur fyrrverandi Raðhamar einsamallur, er dóttirin eisini uppkallað.
Fimm mans eru umborð á Jens Leon, og manningin umborð á Sigrun telir eisini fimm.
Tað er felagið Á Heygum, sum eigur Sigrun, og skipari verður Jóan Jacob Sirdal, ið eisini hevur verið við Jens Leon.
Skipini eru dýr, og tað er Sigrun eisini.
Jónsvein Knudsen vil ikki ordiliga upplýsa keypsprísin, men sigur, at Gullak Gullaksen keypti skipið frá leirvíkingum fyri 18,5 miljónir krónur.
- Jú, skipini eru dýr og teir, sum fáast við skip og skiparakstur, vita, hvat hesi skip kosta í dag, sigur hann.
Jónsvein eigur framvegis part í ísfiskatrolarunum Jaspis og Ametyst, har Føroya Fiskavirking er høvuðsparteigari. Hann er eisini virkandi útgerðarmaður hjá hinum trolarunum, ið felagið hevur keypt, eitt nú Baki, Stelki, Róki og Lerki, sum nú verður longdur á Tórshavnar Skipasmiðju.
- Tá eg fyri nøkrum árum síðan byrjaði at selja burtur av mínum parti, segði eg, at eg ætlaði mær at ?trappa? niður. Nú keypi eg skip aftur ? um enn hesi eru smærri. Hetta sær kanska eitt sindur undarligt út.
Hann heldur tó, at tað er eitt sindur meira yvirkomiligt at fáast við tey smærru skipini enn tey størru, og hetta er heldur ikki so jagut, sum hann tekur til.
- Tá ið tú fyrst ert farin at fáast við skiparakstur, er tað, sum um tú fært eina ?basillu?, ið ger, at torført er at gevast aftur. Tú fært líka sum ikki hildið teg burtur, sigur Jónsvein Knudsen.