Danski landsliðsspælarin Martin Jørgensen hevur skift felag. Hann hevur seinastu sjey árini spælt fyri italska felagið Udinese, men nú skal hann royna seg í einum øðrum italskum felag ? Fiorentina.
? Eg havi altíð havt tað gott í Udine, men eg eri komin har til, at eg havi brúk fyri einari nýggjari avbjóðing, sigur 28 ára gamli Martin Jørgensen.