Jórun bakar nú í Mylnuni

Jórun Larsen Mørkøre, sum fyri kortum hevur selt síðsta partin av Bakarínum hjá Jórun í Klaksvík, er farin til arbeiðis aftur sum bakari

Jórun Larsen Mørkøre, sum fyri kortum hevur selt síðsta partin av Bakarínum hjá Jórun í Klaksvík, er farin til arbeiðis aftur sum bakari. Hon arbeiðir nú í Mylnuni í Havn.

 

 

– Tað er ordiliga stuttligt at baka aftur, sigur bakarin og bodybuildarin Jórun Larsen Mørkøre, sum nú eisini er farin frá at vera arbeiðsgevari til at vera arbeiðari.

 

 

–Hóast eg arbeiddi nógv sum bakari í Bakarínum hjá Jórun, so er tað ein annar leiklutur og ábyrgd, tá tú ert arbeiðsgevari, og eg mátti taka nógv annað á meg. Eg var eitt sindur bangin at byrja aftur sum bakari í fyrstuni, men so spurdi eg meg sjálva, hvat er at verða bangin fyri, og skjótt kom eg til sættis við avgerðina, staðfestir Jórun Mørkøre, sum hevur arbeitt í Mylnuni í eina viku.

 

 

– Tá eg seldi Bakaríið hjá Jórun, fekk eg kappingarklasul á eitt ár, og eg klári als ikki at ganga fyri onki. Tí valdi eg at taka við hesum starvinum, hóast Mylnan er í beinleiðis kapping við Bakaríið hjá Jórun, sigur hon.

 

 

Spurd um, hvussu tað kennist at arbeiða fyri eitt annað bakarí enn tað, sum hon sjálv bydgi upp, sigur hon, at hon hevur slept takið, sum hon hevði á Bakarínum hjá Jórun.

 

 

– Eg havi slept, og eg ynski teimum alt tað besta. Tað nýttar onki at blíva við at halda uppá nakað, sum eg ikki havi, sigur hon.

 

 

Jórun kallar seg íverkseta, og hon varð eisini kosin Ársins Megnarkvinna í 2013.

 

 

– Um eitt ár eri eg heilt víst byrjað uppá okkurt annað. Eg vil ikki avdúka júst, hvat tað verður enn, men eg havi onkrar spennandi ætlanir, sigur hon.

 

 

Hon ætlar tó at halda áfram við at arbeiða í Havn í eina tíð inntil hon aftur hevur fríar teymar at kappast á marknaðinum.