Vit skrivaðu fyrr í dag, at Teistin niðurlegði fleiri túrar fríggjadag og leygardag fyri at manningin umborð skuldi upplærast í stýringsamboðum.
Við in.fo segði Jens Petur Brattalíð, samskipari á SSL, at tað var eingin ætlan at seta eykaskip inn, men tað er nú broytt.
Jósup verður settur inn sum eykaskip teir túrarnar Teistin ikki siglir.
Sambært heimasíðuni hjá SSL eru broytingarnar hesar:
Fríggjadagin siglir Jósup hesar túrar:
Úr Skopun: 10:30 - 13:45 og 15:10
Av Gomlurætt: 11:15 - 14:30 og 15:50
Leygardagin siglir Jósup hesar túrar:
Úr Skopun: 09:30 og 16:40
Av Gomlurætt: 10:30 og 15:50
Hinar túrarnir siglur Teistin sum vanligt.