Jacob hevur verið nógv tann drúgvasti

Árni Skaale er 21. landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum

Hósdagin 6. januar, trettanda dag jóla í 2022, varð Árni Skaale úr Klaksvík av Bárði á Steig Nielsen løgmanni útnevndur at vera landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Hann er 21. landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, tá ið sæð verður burtur frá løgmonnunum, sum í ein ella fleiri dagar hava umsitið málsøkið, eftir at ein hevur lagt frá sær, og til ein annar tók við.

 

Frá tí at fyrsta landsstýrið varð skipað í mai 1948 og fram til og við triðja landsstýrið, sum legði frá sær eftir valið í 1958, var ikki ásett hvørji málsøki hvør landsstýrismaður umsat.

 

Fyrsti landsstýrismaður í fiskivinnumálum var Kristian Djurhuus úr Sambandsflokkinum, sum umsat málsøkið 1959 – 1962, tá ið Petur Mohr Dam var løgmaður, og sum aftur umsat málsøkið í nýggjari heimastýrissamgongu 1967 – 1968, inntil hann, eftir at Petur Mohr Dam var deyður 8. november 1968, tók við sum løgmaður.

 

Árni Skaale er sjeyndi fólkafloksmaðurin at røkja henda sessin. Seks sambandsmenn hava verið landsstýrismenn í fiskivinnumálum, fimm tjóðveldismenn og tríggir javnaðarmenn. Tað eru bara menn, sum hesin sessurin higartil er litin til.

 

Jacob Vestergaard, sum undan jólum legði frá sær, er hann, ið nógv longst hevur sitið í landsstýrissessinum í fiskivinnumálum. Hann hevur í fýra umførum umsitið fiskivinnumál í umleið 11 ár.

 

Umframt Jacob Vestergaard eru tað bara tríggir, sum hava umsitið fiskivinnumál í meiri enn fýra ár. Teir eru Kristian Djurhuus, Atli P. Dam, sum umsat málsøkið í tveimum umførum – seinnu ferðina var hann eisini løgmaður – og John Petersen, sum umsat málsøkið í tveimum umførum.

 

 

 

Landsstýrismenn í fiskivinnumálum

 

Kristian Djurhuus B1959 – 1962, 1967 – 19686
Erlendur Patursson E1963 – 19664
Villi Sørensen C19691
Atli P. Dam C1970, 1985 – 1988 5
Eli Nolsøe B1971 – 1974 4
Petur Reinert E1975 – 1978 4
Heðin M. Klein E1979 – 1980 2
Olaf Olsen A1981 – 19822
Anfinn Kallsberg A1983 – 1984, 19892
Jógvan I. Olsen B1989 – 1990 2
John Petersen A1991 – 1993, 1996 – 19985
Thomas Arabo C1993 – 19942
Ivan Johannesen B1994 – 19962
Jørgen Niclasen A1999 – 20024
Jacob Vestergaard A2003, 2008 – 2011, 2012 – 2015, 2019 – 202111
Johan Dahl B2008, 20117 mðr
Bjørn Kalsø B2004 – 20084
Tórbjørn Jacobsen E20086 mðr
Jákup Mikkelsen A20113 mðr
Høgni Hoydal E2015 – 20194
Árni Skaale A2022 –  
   
 

A

 
7 
B6 
C3 
D0 
E5 
F0 
H0