Jacob Vestergaard vil ikki broyta FAS-skipanina

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard, ætlar ikki at broyta føroysku altjóða skipaskrásetingina, FAS, hóast atfiningar frá Jan Højgaard, formanni í Fiskimannafelagnum.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, tekur ikki undir við atfiningunum frá Fiskimannafelagnum og heldur, at FAS-skipanin eigur at halda fram sum higartil.

Tað skrivar Kringvarp Føroya.

 

Málið er komið fram í sambandi við verkfallið hjá íslendska Sjómannafelagnum – sum endaði í gjárkvøldið – og sum fyrr í vikuni legði trý skip hjá Eimskip og Faroe Ship.

 

Jan Højgaard segði í samrøðu við Kringvarpið, at FAS-skipanin er ein partur av trupulleikanum, tí hon loyvir reiðarum at manna skip við útlendskari arbeiðsmegi eftir útlendskum sáttmálum.

 

Jacob Vestergaard er samdur í, at FAS-lóggávan gevur henda møguleika, men hann heldur ikki, at nakað er galið við tí.

 

Formaðurin í Fiskimannafelagnum hevur eisini ført fram, at føroyingar vita ov lítið um viðurskiftini umborð á skipum, sum eru skrásett í FAS.

 

Til tað sigur Jacob Vestergaard við Kringvarpið, at hann ikki kennir nakað til slíkar trupulleikar, og hann vísir á, at føroysk lóggáva og myndugleikar hava eftirlit við økinum.

 

Jan Højgaard hevur harumframt sagt, at FAS-skipanin kann skaða umdømið hjá Føroyum. Heldur ikki hesi atfining tekur landsstýrismaðurin undir við.

 

Samanumtikið metir Jacob Vestergaard, at FAS-skipanin virkar eftir ætlan og eigur at halda fram óbroytt.

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, tekur ikki undir við atfiningunum frá Fiskimannafelagnum og heldur, at FAS-skipanin eigur at halda fram sum higartil.