Jákup á Borg fer ongan veg

B68 boðar í kvøld frá, at venjarin næsta ár verður tann sami, sum hann hevur verið seinastu árini

Tá íð síðsta bríksl ljóðaði leygardagin í Runavík, var tað stórur fagnaður í reyðu leguni. Við 4-1 sigri tryggjaði B68 sær lívið í bestu deildini.

 

Jákup á Borg venjari var lættur um hjartað, tí nú segði hann farvæl við lið í bestu deildini og ikki við lið, sum var flutt niður í næstbestu deildina.

 

Í kvøld eru tíðindini av Svangaskarði, at venjarin kortini ikki gevst á Svangaskarði. Upprunaliga var sáttmálin millum B68 og Jákup á Borg eisini galdandi fyri 2025, men fyri nøkrum vikum síðani boðaði Jákup á Borg frá, at hann fór at gevast, tá ið hetta kappingarárið var av.

 

Soleiðis verður tað ikki. Jákup á Borg verður eisini í 2025 venjari hjá B68.

 

Tofta Ítróttarfelag skrivar soleiðis í kvøld:

 

Í eina tíð hevur ljóðað, at Jákup á Borg ikki fór at halda fram í B68 eftir kappingarlok.

 

Nýggja starvsnevndin í B68 og Jákup á Borg hava tosað saman um framtíðina, og gleðast um at kunngera, at góða samstarvið heldur fram, og at fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru í gongd, skrivar Tofta Ítróttarfelag.