Tað gongur sera væl hjá teimum báðum føroyingunum í Watford, Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni. Síðani teir fóru til London fyri einari viku síðani, hava teir vant meir ella minni fast saman við ungdómsliðnum hjá Watford, sum er við í eini stórari kapping fyri ungdómslið.
Bæði Jákup og Heðin hava gjørt fleiri mál, meðan teir hava verið í Watford, og fyrr í vikuni gjørdi Jákup á Borg rættiliga vart við seg. Ungdómsliðið hjá Watford vann ein dyst 4-2, og Jákup gjørdi trý av málunum og legði upp til tað fjórða.
Jákup á Borg kemur heim aftur mánadagin, og Heðin á Lakjuni verður aftur í Føroyum hósdagin.