Klokkan 15 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har B36 hevur vitjan av KÍ. Sammett við í fyrsta umfari hevur B36 skift ein spælara út, og KÍ hevur skift tveir spælarar út.
Tá ið B36 var í Runavík avloysti Jógvan Kárason Gullfoss í fyrra hálvleiki Mattias Hellisdal, sum fór skaddur av vøllinum.
Sammett við, tá ið KÍ vann 3-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur, hevur KÍ skift tveir spælarar út. Úr hópinum eru farnir miðverjin Adam Ben Lamin og vongverjin Claes Philip Kronberg. Nýggir millum teir fyrstu ellivu eru liðformaðurin Jákup B. Andreasen og miðverjin Deni Pavlovic.
B36 – KÍ kl. 15.00
Dómari: Dagfinn Forná
B36: Silas Eyðsteinsson – Bergur J. Poulsen, Bogi Reinert Petersen, Heini Vatnsdal, Mattias Joensen – Símun Sólheim, Jógvan Kárason Gullfoss – Filip Djordjevic, Pætur J. Petersen, Hannes Agnarsson – Brian Jakobsen
KÍ: Mads F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, Filip Brattbakk – Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen