Á myndini síggjast frá vinstru Jóannes A. Prestá og Jákup Jakobsen

Jákup Jakobsen heldur fram hjá Skála ÍF

Jákup Jakobsen heldur fram hjá Skála ÍF næsta kappingarár.

Á myndini síggjast frá vinstru Jóannes A. Prestá og Jákup Jakobsen

Jákup er 31 ára gamal, giftur við Ansy S. Jakobsen og er føddur og uppvaksin á Skála. Hann hevur spælt 187 dystir í bestu deildini og er tí ein av royndastu leikarunum hjá felagnum.

 

Hann hevur somuleiðis verið liðskipari og ein týdningarmikil leikari í verjuni hjá Skála ÍF í farna kappingarárinum.

 

– Vit gleðast almikið um at Jákup hevur valt at endurnýggja sáttmálan og eru sera takksom fyri hansara íkast til felagið, sigur Jóannes A. Prestá.

 

Á myndini síggjast frá vinstru Jóannes A. Prestá og Jákup Jakobsen