Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at støðan á hermótinum er hin besta í tíggju mánaðir.
Hann sigur, at ukrainski herurin hevur megnað at steðgað russiskum framtøkum undanfarna mánað.
- Ætlaðu framtøkini, sum russar løgdu til rættis fyri mars, eru steðgað av okkara vápnaðu deildum. Hetta er orsøkin til, at russar nú herða síni álop á landið annars, sigur ukrainski forsetin.
Forsetin upplýsir, at hann hevur boðið amerikansku samráðingarfólkunum til ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, og hann leggur aftrat, at hann hevur fingið positiv tekin, sum svar upp á innbjóðingina.
- Samanumtikið heldur hermótið. Støðan er kompliserað, men hon er hin besta, sum hon hevur verið seinastu tíggju mánaðirnar, sigur Volodymyr Zelenskyj.










