Jákup og toftamenn hava fingið um endan

Hjá Skála sær tað svart út, eftir at tað í góðveðrinum í dag endaði við heimatapi í botndystinum ímóti B68

Jákup á Borg varð settur at vera venjari fyri at blása nýtt lív í og at seta mót aftur í toftamenn.

 

Í dag var talan um lykla setning, tá ið B68 vitjaði á Skála, har tað var dýrdarveður.

 

B68 vann 2-1, og tað kann fara at vísa seg at vera avgerandi úrslit í kappingini um at sleppa undan niðurflyting. Bæði Skála og B68 eru framvegis undir strikuni. Men úrslitið ber við sær, at Skála framvegis hevur fimm stig og ongan dyst hevur vunnið, og at B68 nú hevur átta stig, og at tað nú eru fýra stig frá toftamonnum og fram til 07 Vestur.

 

Um eina viku fer B68 at spæla á útivølli ímóti AB, meðan Skála fer at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.

 

Eitt lítið korter var farið, tá ið Poul Kallsberg við framúr frísparki úr 20 metrum og eitt sindur til vinstru sendi bóltin uppum manngarðin og dygst inn undir nærru samankomingina. B68 javnaði smáar tíggju minuttir seinni, og tá var aftur talan um framúr vakurt mál. Sidik Dabo sneiddi framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann úr 18 metrum smekkaði til, og bólturin smeyg dygst inn við stólpanum.

 

Tað vóru onkrir aðrir møguleikar í báðum endum, og nýggi Skála álopsspælarin sendi úr brotsteiginum bóltin í stólpan.

 

Beinanvegin eftir steðgin framdi B68 venjarin tvær útskiftingar, sum tóktust at muna. B68 vann fleiri bóltar, og tað var ikki heilt óvæntað, tá ið tað fimm minuttir undan leikloki eydnaðist B68 at skora 2-1 sigursmálið. Eftir horna úr vinstru var tað miðverjin Aidan Liu, sum við høvdinum sendi bóltin í handara síðunetið. Hetta var annað málið hjá Aidan Liu í ár. Tað fyrra skoraði hann í 4-1 tapinum á útivølli ímóti AB. Tað var í níggjunda umfari.

 

 

 

Skála – B68

 

1-0: Poul Kallsberg 13.

 

1-1: Sidik Dabo 22.

 

1-2: Aidan Liu 85.

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

Skála: Jákup N. Olsen – Kristian Martin Jakobsen, Vukasin Tomic, Jákup Jakobsen, Djóni Petersen –  Pætur Dam Jacobsen, Steinbjørn Olsen – Ari Ó. Ellingsgaard, Emil W. Joensen, Poul Kallsberg,– Uros Stojanov

 

B68: Rói Mørk Hentze – Gilli Samuelsen, Aidan Liu , Hjalti Strømsten, Bárður Ó. Jensen – Hilmar á Regni Saltá, Hugin Samuelsen, Aleksandur Ó. Jensen, Boubacar Dabo – Sebastian Lau Nielsen, Mohamed Samba