Havrannsóknarskipið Jákup Sverri ger í løtuni makrelkanningar, sum sambært kalendaranum hjá skipunum skulu vara frá 1. juli til 22. juli.
Sambært Havstovuni verða kanningarnar gjørdar í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógv og í altjóða sjógvi.
- Hetta eru kanningar, sum vera gjørdar í samstarvi við onnur lond, sigur Havstovan.
Sagt verður, at endamálið við kanningunum er at kanna útbreiðslu og nøgd av makreli, norðhavssild og svartkjafti í Norðurhøvum.
- Kanningin er partur av felags kanning í Norðuratlantshavi millum Ísland, Føroyar, Danmark, Grønland og Noreg, verður lagt aftrat.











