TOFTIR: Tað fór sum ein skelkur runt alt Svangaskarð, tá írski dómarin tveir minuttir inn í 2. hálvleik hevði ostaskorpuna á lofti og sendi Jan Dam, føroyska liðformannin, undir brúsu 43 minuttir, áðrenn hann gav hinum spælarunum loyvi til tað:
Eg má taka ábyrgdina á meg sjálvan. Eg kiksaði ein bólt, sum eg átti at sparka burtur, ein hjá teimum lyfti upp um Jens Martin, men eg fekk tak á aftur. Eftir mínum tykki datt bólturin niður á økslina á mær, men dómarin metti altso øðrvísi, segði Jan Dam aftaná.
Áðrenn hann fór av vøllinum gav hann Jens Martini Knudsen liðformansbindið, og so sat Dammurin í umklæðingarrúminum og iðraði seg, samstundis sum hann hoyrdi brølini frá teimum kring vøllin.
Metti skeivt
Tey, sum umaftur og umaftur hava hugt at upptøkuni av støðuni, ið ber reyða kortið við sær, eru ivaleyst samd í, at talan er um meiri enn økslina hjá liðformanninum. Tað er týðuligt, at hann eisini brúkar yvirarmin, og so skal dómarin døma brotsspark.
Í tí, dómarin skrivaði til FIFA, verður sagt, at Jan Dam við at brúka armin forðaði bóltinum í at fara í málið. Út frá tí metingini var útvísingin røtt, men upptøkurnar vísa, at bólturin helst ikki var á veg í málið, og so var tað ikki rætt at vísa reyða kortið. So hevði verið nóg mikið við brotssparkinum, Jan Dam hevði hildið fram á vøllinum, og tað hevði havt heilt aðrar fyritreytir við sær, enn tær, sum nú gjørdu seg galdandi.
Frí fleiri ferðir
Jan Dam var sera fegin um, at viðspælararnir megnaðu at fáa øll trý stigini, hóast teir frá 47. og til 83. minutt spældu tíggju ímóti ellivu.
Eftir 83 minuttir var Lawrence Attard, sum í 1. hálvleiki var komin inn fyri skadda Darren Debono, rikin av vølli, tá hann óregluliga steðgaði Toda Jónsson í gjøgnumbroti. Maltesin fekk í tí sambandinum annað gula kortið.
Jan Dam hevur longu verið leikbannaður tvær ferðir í hesi HM undankappingini, og nú er sannlíkt, at hann verður útihýstur í hvussu so er tvær tær næstu ferðirnar. Fyrra ferðin er ímóti Kekkia í Prag 20. august, og seinna ferðin er ímóti Kekkia á Svangaskarði 6. septembur. Og so er tað ikki víst, at Jan Dam sleppur uppí part, tá síðsti dysturin í hesi undankappingini verður í Spania 11. oktobur, men tað fæst ivaleyst at vita frá FIFA um ikki so langa tíð.
jh