Jana og liðfelagarnir mistu finalusessin seinastu løtuna

Viborg mátti lúta fyri týska liðnum, Thüringer

 

Í Palais des Sports Jean-Michel Geoffroy í Dijon í Fraklandi spældu Jana Mittún og liðfelagar hennara seinnapartin hálvfinalu í FINAL FOUR í EHF European League.

 

Dysturin var ímóti týska linum, Thüringer sum vann 26-24 á Viborg. Maria Fisker javnaði fyri Viborg til 24-24, tá 73 sekund vóru eftir av dystinum. Men seinastu løtuna megnaði Thüringer at skjóta tvey mál uttan, at Viborg megnaði at svara aftur. Í steðginum var týska liðið á odda 11-10. 

 

Sostatt mugu Jana og liðfelagarnir taka til takkar at spæla um bronsuna í morgin. Tað verður móti taparanum í hinari hálvfinaluni, ið verður millum Dijon og Esztergomi. 

 

Í hálvfinaluni skoraði Jana fýra mál upp á átta málroyndir, og hon legði eisini upp til eitt mál (assist). Louise Søndergaard var við fimm málum toppskjútti hjá Viborg.