Jann Ingi til Víking

Víkingur hevur undirskriva ein tvey ára sáttmála við stinna miðvallarleikaran Jann Inga Petersen.

 

Heimasíðan hjá Víkingi skrivar:

 

Víkingur hevur leita eftir einum profili til okkara miðvøll. Einum leikara, ið kann útfylla tómrúmi eftir, at Evrard Blé, Sølvi Vatnhamar og Fritleif í Lambanum eru givnir í felagnum. Vit hava ungar og evnaríkar leikarar, ið kunnu “traðka” til, men við Jann Inga fáa hesir ungu leikarar ein Generál at styðja seg til.

 

Jann Ingi Petersen er ikki ókendur í føroyskum fótbólti. Hann er ein leikari, ið ikki sparir seg í nærdystunum, og Jann Ingi gevur sær eitthundrað og tíggju prosent hvørja ferð. Víkingur er kent fyri sín stríðsanda, og tí kemur Jann Ingi at passa væl inn í okkara hóp. Jann Ingi hevur leikt 177 dystir í bestu deildini, 38 steypadystir og 8 internationalar dysti. Hann hevur skora 40 mál í teimum vaksnu deildunum.

 

Í 2004 Var Jann Ingi ein partur av Fremad Amager hópinum, ið spældi í næstbestu donsku kappingini. Jann Ingi hevur leikt 22 dystir fyri okkara A-landslið.

 

Vit í Víkingi eru sera fegin um, at Jann Ingi hevur valt at spæla við okkara felaga, tey komandi tvey kappingarárini. Við at knýta ein tílíkan profil til okkara hóp, ynskja vit at senda eitt greitt signal um, at vit framhaldandi ynskja at verða vit til at mynda toppin av føroyskum fótbólti.